Góð áminning. Ver takksom/samur fyri tað ið tú hevur.
23. des. skundaði eg mær oman í byin, at keypa tær síðstu jólagávirnar.
Tá eg kom oman, og sá øll fólkini har, hugsaði eg við mær sjálvari, "
hetta kemur at taka øldir, og eg havi enn nógvar handlar at fara í."
Jólini verða strævnari fyri hvørt ár. Eg hevði ynskt, at eg kundi
lagt meg at sova, og vaknað aftur aftaná jól.
Tá eg kom í leikutoyhandilin, fór eg at hyggja eftir prísunum. Eg
hugsaði við mær sjálvari, um børn yvirhøvur spæla við so dýr leikutoy?
Lítla løtu seinni, sá eg ein lítlan drong, ið var eini 5 ára gamal.
Hann helt um eina dukku, móti bringu síni. Hann streyk dukkuni um hárið,
og tóktist sera syrgin. So vendi hann sær móti eini eldri konu, ið stóð við
hansara lið, "omma, ert tú sikkur uppá at eg ikki havi nóg nógvar pengar?"
Gamla konan svaraði, "tú veit at tú ikki hevur ráð til dukkuna,
góði" So bað hon hann bíða í 5 min, meðan hon fór at hyggja seg um.
Lítli drongurin helt enn í dukkuni. Eg fór yvir til hann, og spurdi hvør
skuldi hava dukkuna. "Hetta er dukkan, sum systir mín elskaði, og ynskti
sær áðrenn jól. Hon var sikkur í, at jólamaðurin fór at geva sær hana."
Eg segði við hann, at kanska hann fór at geva henni hana. Tað skuldi
hann ikki vera so bangin um. Men hann segði syrgiliga við meg, "Nei
jólamaðurin kann ikki geva henni dukkuna, har hon er nú. Eg má geva
mammu hana, so hon kann geva henni hana, tá hon fer har til." Eygu
hansara fyltust við tárum tá hann segði hetta. "Systir mín býr hjá Jesus
Pápa nú. Babba sigur at mamma fer eisini skjótt har til, so eg helt
at hon kundi taka dukkuna við fyri meg, so systir mín fær hana."
Hjartað mítt leyp fleiri sløg um. Lítli drongurin hugdi uppá meg.
"Eg bað babba siga við mammu, at hon skuldi ikki fara orduliga enn -
hon mátti bíða til eg kom heim aftur frá handlinum." Síðan vísti
hann mær eina mynd av sær sjálvum, har hann var smílandi og í góðum
lag. "Hesa myndina skal mamma eisini hava við, so hon ongantíð fer at
gloyma meg.
Eg elski mammu, og vildi ynskt at hon var ikki noydd at fara. Men
babba sigur at hon má fara, til at vera hjá systir míni."
So hugdi hann aftur á dukkuna, við sorgarfullum eygum.
Eg fór spakuliga niður í taskuna, og tók nakrar pengar, og segði við
dreingin, "skulu vit prøva at telja tínar pengar aftur?" Ok segði
drongurin, "eg hopi at eg havi nokk."
Uttan at hann legði merki til tað, legði eg pengar saman við
hansara, og vit byrjaðu at telja. Har var nokk av pengum fyri dukkuna, og eitt
sindur leyp av.
"Takk Gud fyri, at tú gav mær nokk pengar!"
"Ì gjár áðrenn eg legði meg at sova, bað eg Gud um at vera sikkur í,
at eg hevði nokk av pengum fyri dukkuna til systir mína - Hann hoyrdi meg."
"Eg ynskti eisini at hava pengar til, at keypa eina hvíta rósu til
mammu. Mamma elskar hvítar rósur, men eg tordi ikki at biðja Gud um
ov nógv, men alíkavæl gav hann mær nokk.
Lítla løtu seinni kom omma hansara aftur eftir dreinginum.
Eg kláraði at keypa restina av gávunum, tó við heilt aðrari tankagongd.
Eg kláraði ikki at lata vera við, at hugsa um lítla dreingin.
So minntist eg á tíðindi í blaðnum, fyri 2 døgum síðani. "Maður
koyrdi fullur, og rendi á ein bil, har ein ung kvinna og ein lítil
genta vóru í. Lítla gentan doyði á staðnum, og mamma hennara endaði í koma."
Familjan mátti velja um kvinnan skuldi í respirator ella ikki.
Kvinnan fór ikki at vakna aftur úr koma.
Var hetta familjan hjá lítla dreinginum??
Tveir dagar eftir at eg hevði møtt dreinginum, læs eg í blaðnum, at unga
kvinnan var deyð.
Eg kundi ikki lata vera, fór til handils og keypti eitt blómutyssi
av hvítum rósum, og fór á líkhúsið, har fólk kundu síggja kvinnuna
síðstu ferð áðrenn hon fór til gravar.
Hon lá í kistuni í vøkrum hvítum kjóla, við einari hvítari rósu í
hondini, og myndina av lítla dreinginum, og dukkuni á bringuni.
Eg fór grátandi avstað, og føldi at lív mítt var broytt. Kærleikin
sum hesin lítli drongur hevði til mammu og systir sína, er enn tann
dag í dag, ringur at ímynda sær.
Og í einum sekundi, tekur ein rúsaður maður alt frá honum!!
Nú hevur tú 2 møguleikar:
1) Send hetta víðari til øll ið tú kennur.
2) Ella sletta tað, og lat sum um hetta ikki hevur nortið hjartað títt.
Um tú sendir hetta, tá forðar tú kanska fyri at onkur koyrur full/ur.